Team Rynkeby
Team Rynkeby
Forsíða | Teimin | Team Rynkeby FO - Føroyar
Meira enn eitt súkklulið

Team Rynkeby FO - Føroyar

+50

súkklarar og hjálparfólk

+70

lokalir stuðlar

1200 km

til París

Meira enn eitt súkklulið

Á liðunum hjá Team Rynkeby møtast fólk í ymiskum aldri, við ymiskum størvum og við sera ymiskum royndum á einari kappsúkklu. Summi hava nógvar kilometrar í beinunum, meðan onnur seta seg í saðilin fyri fyrstu ferð. Felags fyri tey er, at tey hava sagt ja til eitt heilt ár við venjing, innsavning og ábyrgd fyri hvørjum øðrum. Áðrenn túrin til París bíða mánaðir við felags venjingum, stuðulsarbeiði, lokalum tiltøkum og uppgávum, sum skulu loysast. Tað er her, luttakararnir læra hvønn annan at kenna, og ein bólkur av fólkum verður til eitt lið.

Súkkling

Tú nýtist hvørki at vera ein royndur frítíðarsúkklari ella í tínum besta formi, tá ið tú søkir. Ígjøgnum árið fylgir tú einari venjingarætlan og venur saman við liðnum, so tú verður til reiðar til dagarnar á landsvegnum móti París.

Samanhald

At vera partur av Team Rynkeby merkir, at tú møtir upp til venjing, fundir, innsavningartiltøk og felags uppgávur. Tá ið beinini eru móð, ella ein uppgáva er nýggj, er onkur at spyrja. Samstundis væntar liðið, at tú tekur tín part av ábyrgdini.

Ein góð søk

Ígjøgnum alt árið finna súkklarar og hjálparfólk stuðlar og skipa fyri tiltøkum, sum savna pengar inn til børn við álvarsligum sjúkum. Innsavningin er ein eins stórur partur av luttøkuni sum venjingin og túrurin til París.

Tað vit súkkla fyri

París er endin á kappingarárinum, men børnini og familjur teirra eru orsøkin til, at liðini møtast til fyrstu venjing.

Pengarnir, sum donsku liðini savna inn, fara til Børnecancerfonden og Børnelungefonden. Pengarnir stuðla millum annað lívsneyðugari gransking, betri viðgerðarmøguleikum og verkætlanum, sum geva sjúkum børnum og systkjum teirra eitt andarhol í einum torførum gerandisdegi.

Les meira

Stuðla Team Rynkeby Føroyar

Sum stuðul verður fyritøka tykkara partur av felags arbeiðinum fyri børn við álvarsligum sjúkum. Samstundis fáa tit møguleika at nýta stuðulssamstarvið virkið í samskiftinum við starvsfólk, kundar og samstarvsfelagar.

Ver stuðul

Stuðlarnir hjá Team Rynkeby Føroyar

Takk til allar okkara stuðlar, sum stuðla Team Rynkeby Føroyar og eru við til at savna pengar inn til børn við álvarsligum sjúkum.

Lokalur sambandspersónur

Margith Lamhauge

Liðleiðari

foroyar@team-rynkeby.com

+298258304

Fylg okkum

Tú kanst koma nærri Team Rynkeby Føroyar á okkara sosialu miðlum.