
Team Rynkeby FO - Sornfelli
+50
súkklarar og hjálparfólk
+70
lokalir stuðlar
1200 km
til París
Meira enn eitt súkklulið
Súkkling
Tú nýtist hvørki at vera ein royndur frítíðarsúkklari ella í tínum besta formi, tá ið tú søkir. Ígjøgnum árið fylgir tú einari venjingarætlan og venur saman við liðnum, so tú verður til reiðar til dagarnar á landsvegnum móti París.
Samanhald
At vera partur av Team Rynkeby merkir, at tú møtir upp til venjing, fundir, innsavningartiltøk og felags uppgávur. Tá ið beinini eru móð, ella ein uppgáva er nýggj, er onkur at spyrja. Samstundis væntar liðið, at tú tekur tín part av ábyrgdini.
Ein góð søk
Ígjøgnum alt árið finna súkklarar og hjálparfólk stuðlar og skipa fyri tiltøkum, sum savna pengar inn til børn við álvarsligum sjúkum. Innsavningin er ein eins stórur partur av luttøkuni sum venjingin og túrurin til París.
Tað vit súkkla fyri
París er endin á kappingarárinum, men børnini og familjur teirra eru orsøkin til, at liðini møtast til fyrstu venjing.
Pengarnir, sum donsku liðini savna inn, fara til Børnecancerfonden og Børnelungefonden. Pengarnir stuðla millum annað lívsneyðugari gransking, betri viðgerðarmøguleikum og verkætlanum, sum geva sjúkum børnum og systkjum teirra eitt andarhol í einum torførum gerandisdegi.
Stuðla Team Rynkeby Sornfelli
Sum stuðul verður fyritøka tykkara partur av felags arbeiðinum fyri børn við álvarsligum sjúkum. Samstundis fáa tit møguleika at nýta stuðulssamstarvið virkið í samskiftinum við starvsfólk, kundar og samstarvsfelagar.
Ver stuðulStuðlarnir hjá Team Rynkeby Sornfelli
Takk til allar okkara stuðlar, sum stuðla Team Rynkeby Sornfelli og eru við til at savna pengar inn til børn við álvarsligum sjúkum.































































